Útróðurin hevur verið góður, síðan fiskurin fór at taka línu einaferð tíðliga í heyst, og góði fiskiskapurin hevur hildið sær bæði í november, desember og nú eisini í januar.
In.fo veit frá útróðrarmanni at siga, at inntøkan umborð á bátinum, sum hann rør út við, higartil í januar liggur um einar 100.000 krónur í manningarpart.
Hetta er ikki tað, sum útróðrarmenn sum heild hava verið vanir við í mong ár. Og tó; tað eru teir, sum øll árini - eisini tey sokallaðu rakárini - hava fingið væl av fiski.
Tosar tú við útróðrarmenn, sum hava hingið í seinnu árini, siga fleiri, at teir hava fingið fisk øll árini - um fiskiskapurin kortini ikki hevur verið so góður, sum hann hevur verið í heyst og í vetur.
Teir, sum hava fylt við gjøgnum nógv ár, siga, at tey árini, sum útróðurin roynist bestur, eru árini, tá bæði toskur og hýsa eru at fáa, og tað er júst hetta, sum eru veruleikin á føroysku útróðrarleiðunum í løtuni.