Útróðrarmenn ímóti tilmæli

Eins og í Føroyum hava fiskifrøðingarnir í Íslandi mælt politikarunum til at skerja toskafiskiskapin munandi, tí teir siga stovnin vera so illa fyri

Men teir íslendsku útróðrarmenninir eru ímóti tilmælinum frá sakkunnleikanum. Á fundi um vikuskiftið samtyktu teir eina áheitan á fiskifrøðingarnar um at endurskoða metingina. Íslendsku útróðrarmenninir halda ikki, at toskastovnurin er so illa fyri, sum fiskifrøðingarnir siga.