Støðan hjá norskum útróðrarmonnum er so trupul, at nógvir velja at selja sínar bátar ella at lata teir høggja upp.
Tað vísir seg, at meiri en helmingurin av útróðrarmonnunum, sum hava egnan bát, klára ikki at rinda rentur og avdráttir. Serliga har norðuri í landinum eru menn illa fyri, eftir at inntøkan fer minkað eina helvt. Høvuðsorsøkin er, at bátarnir sleppa bara at fiska ein tíggjundapart av tí toski, sum teir sluppu at fiska fyri fimtan árum síðani, sigur norska útvarpið. At prísurin so eisini hevur verið fallandi ger ikki støðuna betur, og tí eru nógvir útróðrarmenn komnir í fíggjarliga trongstøðu.
Ein fyribilskanning vísir, at fleiri hundrað útróðrarmenn, sum hava egnan bát, megna ikki at rinda bátin, men hildið verður, at talið í veruleikanum er nógv størri. Stjórnin í Oslo hevur samtykt at játta útróðrarmonnum 80 milliónir krónur í upphøggingarstuðuli.