Útróðrarmenn fingu aldan tosk

Tað er óheppið, tá aldur toskur sleppur út úr aliringum, tí hetta kann broyta arvaeginleikarnar hjá fiskinum

Í Noregi kundu fleiri útróðrarmenn herfyri fortelja, at teir seinastu vikurnar høvdu fingið heilt fitt av aldum toski, meðan teir royndu á vanligu útróðrarleiðunum út fyri Norðdalsfjørðinum.
Toskaalarin, Karl Peter Myklebust, sum hevur aling har á leiðini, vísir aftur, at teir hava mist stórar nøgdir av aldum toski.
- Vit mistu nakað herfyri, tá eitt 10-15 cm. stórt hol kom á nótina í tí eina ringinum.
Myklebust heldur tó ikki, at veiðan av aldum toski í seinastuni kann stava frá teirra alistøðum.
Tað er óheppið, tá aldur toskur sleppur út úr aliringunum, tí tað kann broyta arvaeginleikarnar, um aldur fiskur blandast upp í villa fiskin.