Útróðrarmaður úr Hirtshals burturblivin

Ein 60 ára gamal útróðrarmaður úr Hirtshals er burturblivin, og eingin veit, hvar maðurin er, ei heldur, hvat kann vera hent honum. Søværnets Operative Kommando (SOK) hevur gjørt av at gevast við leitingini.

Útróðrarmaðurin fór avstað við einum útróðrarbáti sunnukvøldið, og seinast hann gav lívstekin frá sær, var um middagsleitið mánadagin.

Í vikuni hava tyrlur, flogfør og skip leitað eftir báti og manni, men tey funnu einki.

Talsmaðurin hjá SOK, Kenneth Nielsen, sigur, at einki er funnið, sum bendir á, at ein vanlukka er hend tí 60 ára gamla.

Kenneth Nielsen dugir einki at siga um útlitini til, um maðurin er á lívi ella ikki.

- Men um maðurin hevur ligið í sjónum heilt síðan mánadagin, er sjálvsagt eingin vón um at finna hann á lívi, leggur hann aftrat.

Framvegis verður skipaferðslan á leiðini biðin um at hava eyguni opin.

- Um onkur kemur fram á vraklutir av útróðrarbátinum, taka vit leitingina uppaftur, sigur talsmaðurin hjá SOK, Kenneth Nielsen.

Bjargingarstøðir í Onglandi, Týsklandi og Noregi eru eisini bidnar um at hava eyguni við útróðrarbátinum.

Myndin úr Hirtshals, sum vit prenta saman við hesum tíðindastubba, er ikki av bátinum hjá útróðrarmanninum, sum er burturblivin.