Útróðrarmaður framvegis saknaður

Hóast vrakið av útróðrarbátinum HG37 varð funnið við havsins botn 30 fjórðingar vestanfyri Hirtshals í gjár, sæst einki til hin 60 ára gamla útróðrarmannin, sum var við bátinum. Enn veit eingin, hvar líkið av tí 60 ára gamla útróðrarmanninum úr Hirtshals er, hóast bæði bátur og lutir eru funnir av vrakinum.

Maðurin, sum loysti útróðrarbátin HG37, sum vit síggja á myndini, er tí framvegis saknaður. Tað var hin 28. februar, at hann stevndi út úr havnini í Hirtshals.

Gjáramorgunin byrjaðu vraklutir at reka upp á land í Hirtshals, og seinni fann ein minikavbátur eisini vrakið av bátinum við havsins botn - einar 30 fjórðingar vestanfyri Hirtshals.

Frammanundan høvdu menn, sum høvdu fiskireiðskap á leiðini, varnast, at okkurt órógvandi lá við botnin.

Roynt verður nú at finna orsøkina til, at útróðrarbáturin gekk burtur, og mett verður eisini um, hvørt ein roynd skal gerast at fáa bátin uppaftur.

Tað skriva donsk bløð í dag.