Útróðrarflotin minkar burtur í einki

Í hesum fiskiárinum eru bara 38 loyvi útskrivað til fullriknar útróðrarbátar

Tað gongur skjótt aftur á við útróðri í Føroyum, og nú eru bara 38 fullriknir útróðrarbátar eftir. ??
Hetta upplýsti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri løgtinginum tíðliga í desember, tá Hendrik Old, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin, hvussu stendur til við útróðrarflotanum.??
Hendrik Old vísti á, at fyri eini tíð síðan vórðu krøvini herd fyri, at útróðrarmenn kundu sleppa við í Trygdargrunnin. Sostatt skuldu útróðrarmenn avreiða fyri í minsta lagi 400,000 krónur um árið fyri at koma undir skipanina við inntøkutrygd.??
Men síðsta summar varð henda upphædd lækkað niður í 300.000 krónur.??
Jacob Vestergaard upplýsti annars í samband við fyrispurningin hjá Hendrikki Old, at fiskiárið 2008-2009 vóru 95 fullriknir útróðrarbátar í Føroyum, og í fiskiárinum 2011-2012 vóru bátarnir 46.??
Men í hesum fiskiárinum eru bara 38 loyvi útskrivað til fullriknar útróðrarbátar.??