Útróðrarbátur til Suðuroyar

Ferðin heim úr Kanada umvegis St. Johns, Reykjavík og Vestmannaoyggjarnar tók 10 dagar

Nýggjur bátur

Josef Nicholsson, ið áður var skipari á Orcades Viking, sum Bjarti Mohr og aðrir nú eiga, hevur keypt ein 52 føtur langan og 16 føtur breiðan glastrevjabát úr Kanada. Josef ? ella Joe, sum hann verður róptur, hevur seinastu árini búð í Vági, har hann er giftur.
Saman við vágamanninum, Jóannes Johannesen, ið er innflytari av kanadisku bátunum í Føroyum og eigur felagið, Can-Boats, sigldu teir bátin heim úr Kanada. Ferðin umvegis St. Johns, Reykjavík og Vestmannaoyggjarnar tók 10 dagar.
Jóannes sigur, at nýggi báturin hevur eitt lastarúm, sum er 20 rúmmetrar stórt; har er pláss fyri 14 túsund-pundskørum ella 26 kørum, sum taka eini 600 pund.
Høvuðsmotorurin er ein Volvo Penta 650 hk D12, og mesta ferðin hjá bátinum er 14 míl.
Allur útbúnaðurin í maskinrúminum og á brúnni á bátinum hjá Joe er leveraður úr Føroyum. Tað er Bátatænastan í Havn, sum hevur staðið fyri leveringini.
Seinastu tíðina hevur nýggi báturin ligið í Gøtu, har smiðjan, Normek, hevur innrætað arbeiðsdekkið ? við rustfríum kørum og sliskum. Somuleiðis hava teir sett upp ein lutfalsliga stóran hydrauliskan krana í bátin.
Teymavirkið í Runavík hevur sett egningamaskinu í. Hetta er ein sonevnd BFG-maskina, sum Teymavirkið umboðar, selir og setir upp.
Robert Langgard á Normek sigur, at Skipasýnið setir ymisk krøv, sum bátar úr Kanada ikki uppfylla.
Hann vísir á, at í Kanada brúka teir eitt nú brennislangur í staðin fyri rør, men hetta góðtekur Skipasýnið ikki.
Á Normek í Gøtu hava teir eisini gjørt neyðugu broytingarnar, soleiðis at stóri útróðrarbáturin hjá Josefi Nicholson kann lúka treytirnar hjá Skipasýninum.

Myndatekstur: Glastrevjabáturin?

Normek í Gøtu hevur gjørt arbeiðsdekkið, og Teymavirkið í Runavík hevur sett upp egningarmaskinu. Mynd: Birgir Waag Høgnesen