Útróðrarbátur helt ikki víkiskylduna

Tann skjóttgangandi Color Line-ferjan "Superspeed" noyddist í gjár at leggja rórðið í borðið fyri at sleppa undan samanstoyti við ein útróðrarbát í útsiglingini frá Kristiansand.

Sambært einari keldu hjá norska kringvarpinum mátti ferjan snara næstan 90 stig, fyri at hon ikki skuldi sigla á útróðrarbátin. Reiðaríið váttar tíðindini.

Skiparin hevur greitt frá, at manningin varnaðist í góðari tíð ein útróðrarbát, sum inn í bakborð, og sum átti at halda av. Skiparin á ferjuni rópti á bátin á VHF-inum, men fekk einki svar. Tað hjálpti heldur ikki, at ferjan floytaði.

Ein talsmaður fyri reiðaríið sigur, at tað kann vera hættisligt spæl at royna at sleppa tvørtur um kósina hjá "Superspeed", sum sigldi við 20 míla ferð. Tá hon kemur útum, fer ferðin upp á 27 míl.

(Mynd: NRK)