Smærru útróðrarbátarnir sleppa á Føroyabanka at royna í ár. Hetta eru bátar í bólki 5, sum aftur í ár fáa møguleika at royna á Føroya Banka.
Eftir kunngerð, sum nú er lýst, kunnu bátarnir royna í samanlagt 80 fiskidagar fram til 31. august 2011.
Fiskimálaráðið vísir á, at treytin fyri at fáa fiskiloyvi á Føroyabanka er, at báturin hevur fiskiloyvi á landgrunninum.
- Í fjør summar var eisini avmarkaður fiskiskapur loyvdur á Bankanum. Tá avreiddu bátarnir eini 80 tons, harav meginparturin var toskur.
Fyri at betra um trygdina hjá bátunum, og fyri at hava neyvari eftirlit við fiskiskapinum, er í ár sett í kunngerðina, at bátarnir, ið fara á Bankan, skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum regluliga kann senda Fiskiveiðieftirlitinum knattstøður hjá bátinum.
- Bátar, sum ætla sær á Føroyabanka í summar, skulu søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi, verður sagt á heimasíðuni www.fisk.fo