Smærru útróðrarbátarnir í bólki 5 hava aftur í ár møguleika at royna á Føroya Banka. Eftir kunngerðini, sum nú er lýst, kunnu bátarnir royna í samanlagt 70 fiskidagar fram til 31. august 2012.
Tað sigur Fiskimálaráðið á síni heimasíðu í dag.
- Treyt fyri at fáa fiskiloyvi á Føroya Banka er, at báturin hevur fiskiloyvi í bólki 5. Í 2010 og 2011 var eisini avmarkaður fiskiskapur loyvdur á bankanum.
Lagt verður aftrat, at fyri at betra um trygdina hjá bátunum og fyri at hava neyvari eftirlit við fiskiskapinum, er eisini í ár ein treyt, at bátarnir, sum fara á Føroya Banka, skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum regluliga kann senda Fiskiveiðieftirlitinum knattstøður hjá bátinum.
- Bátaeigarar, sum ætla sær á Føroya Banka í summar, skulu søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi, verður sagt á heimasíðuni.