Tvey ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni. Tey fáa fáa mest av toski og hýsu. Annað skipið landar helst miðskeiðis í vikuni, sum kemur, og hitt landar í vikuni eftir.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi og kemur heim at landa miðskeiðis í næstu viku.
- Eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, og eitt fiskar við Eysturgrønland. Hini frystilínuskipini liggja við bryggju, verður lagt aftrat.
Streymurin verður harður fyrst í vikuni, sum kemur, men veðrið verður gott. Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu.