Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag hevur listamaðurin Amariel Norðoy framsýning í Galerie Focus í Havn.
Amariel fer at sýna fram málningar, akvarellir og steinprent, og teamið er framvegis Útróðarbørn – sálmar lívsins.
Amariel hevur í nógv ár brúkt útróðrarbørn sum tema í sínum verkum, og hann heldur fram við tí.
- Eg eri ikki liðugur at mála útróðrarbørn enn, og eg veit ikki, um eg nakrantíð verður liðugur við tey, sigur Amariel Norðoy.
Síðani seinast í sjeytiárunum hevur Amariel fingist við steinprent. Byrjanin var eitt sindur serlig, tí Amariel var staddur í Keypmannahavn til eina framsýning. William Heinesen var eisini í gallarínum, og kendi danski rithøvudin og listamaðurin Hans Scherfig kom framvið. Hann var á veg av landinum, og tá helt William Heinesen fyri, at Amariel skuldi avloysa hann á einum verkstaði, har tey fingist við steinprent. Og tað slapp Amariel.
- Eg var rystandi nervøsur, tá ið eg fór í gongd, og eg gjørdi øll mistøkini, sum tað bar til, men eg havi hingið í við steinprenti síðani, sigur Amariel Norðoy.
Framsýningin hjá Amariel Norðoy verður opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag millum klokkan 16 og 18.










