Nú verður farið undir at skipa fyri eina 3 ára psykoterapeutiska útbúgving í Føroyum. Kunnandi fundur verður í Miðlahúsinum í kvøld 17. oktober kl. 19.30 Útbúgvingin lýkur teimum donsku krøvunum fyri at blíva góðkendur sum psykoterapeutur. 3 ára grundútbúgvingin gevur atgongd til víðari lestur á einari 2 ára útbúgving til eksamineret psykoterapeut.
Útbúgvingin er ætlað starvsfólkum innan sosial ? og heilsuøkinum, ið hava áhuga fyri ella fáast við menniskjum við sálarligum trupulleikum.
Í samband við útbúgvingina vil luttakarin fáa størri innlit í egið lív og atburð.
Frálæra verður í amboðum til at handfara tær tungu støðurnar arbeiðslívið ella privatlívið kunnu føra við sær.
Hendan terapeutiska útbúgvingin verður nýtt í psykiatriini, á sambýlum/stóvnum, í tí sosiala arbeiðinum, í prestagerningum, sum psykoterapeutur og mongum øðrum størvum.
Útbúgvingin gevur amboð til at skilja tann øðrvísi mátan fólk kunnu handla uppá, sum ein kann møta alla staðni og eisini í sínum arbeiði. T.d. kann nevnast manglandi mørk, sálarligt slit orsakað av tungum søgum ella harðskab á arbeiðsplássinum. Eisini kann tað vera sjokk og traumur, sum kunnu vera viðvíkjandi til niðursetta lívsgóðsku, svøvnloysi, pínu ella tilknýtningstraumur. Hetta kann stava frá barnaárunum, um vantandi røkt ella ágangur hevur verið framdur frá vaksnum fólki.
Tað er við hesum fokusi, at luttakararnir skulu kunna síggja útbúgvingina sum eitt arbeiðsamboð í tí dagliga.
Útbúgvingin verður skipað sum 4 modulir um árið varandi eina viku hvørt í alt 12 modulir.
Fyri at kunna luttaka í útbúgvingini er neyðugt, at luttakarin hevur eitt fakligt støði, sum er ájavnt við 3 ára útbúgvingar so sum sjúkrarøktarfrøðingur, lærari og líknandi. Møguleiki er eisini hjá øðrum, við styttri útbúgving, at søkja inn á útbúgvingina.
Fyrimunirnir við at taka útbúgvingina í Føroyum eru, at ongar útreiðslur verða til ferðing og hotellir.
Tveir undirvísarar verða tengdir at útbúgvingini og í mesta lagi kunnu 18 luttaka.
Tilknýtt vera tveir undirvísarar og ikki meira enn 18 luttakarar.
Undirvísarnir eru: Mary á Argjaboða og Inge Farup. Mary er útbúgvin sosialráðgevi í 1989 og psykoterapeut í 1999.
Sernámið er barna- og ungdómpsykiatri og tey síðstu 10 árini hevur hon arbeitt á barna ? og ungdómspsykiatriskum sjúkrahúsi í Norður Jutlandi, sum sosialfakligur leiðari. Hon hevur eisini hollar royndir sum privatpraktiserandi psykoterapeutur, innan supervisión og konsulenttænastur.
Nú hevur hon stovnað ?Center for Ressourceudvikling? har hon saman við barna- og ungdómspsykiatriskum spesiallæknum, sjúkrarøktarfrøðingum/terapeutum bjoðar privatar kanningar, terapi, familjuterapi, bólka, supervision og undirvísing. Eisini eru aðrar uppgávur har terapi, parterapi famijuterapi, sjokk ogtraumiterapi verður viðgjørt. Hon undirvísir eisini á Folkeuniversitetinum við omanfyrinevndu psykoterapeut útbúgving. Í samstarvi við Kempler Institutinum er hon í ferð við at skriva eina bók um ?relatión? innan barna- og ungdómspsykiatriina
Inge Farup. er cand.mag. Kinesiolog, psykoterapeut MPF og Certified SE-practitioner.Hon starvast í Psykologhúsinum Vesterport í Keypmannahavn. og hevur undirvíst síðani 1992 í samstarv við Folkeuniversitetinum.
Hennara psykologútbúgving er frá Psykoterapeutisk Institut í Keypmannahavn.
2 ára víðariútbúgving hjá Eva Hildebrand um seksuelt misbrúk og borderline.
Skeið í sjokkarbeiði og 1 ára eftirútbúgving á Bodynamic Institute.
3 ára útbúgving innan sjokktraumu hjá Peter Levin (SE-pracititioner)
Meira fæst at vita á einum kunnandi fundi mikudagin 17. oktober kl. 19.30 í Miðlahúsinum.
Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna HYPERLINK ?http://www.argjaboda.dk? www.argjaboda.dk










