Trý ára gomul genta neyðtikin

Hóast myndugleikarnir í India eru farnir í hernað ímóti neyðtøkumonnum, verða fýra kvinnur neyðtiknar har um dagin, og eftir øll at døma er einki mark fyri, hvussu ungar gentur brotsmenninir gera seg inn á.

Í hvussu er skriva lokalir fjølmiðlar í landspartinum Kerala, at nakrir menn burturfluttu eina trý ára gamla gentu har týsdagin. Tá nakrir studentar funnu hana aftur nakað seinni, hevði gentan einki vit, og løgreglan hevur illgruna um, at menninir, sum burturfluttu hava, hava neyðtikið hana. Løgreglan sigur, at gentan hevur fingið stóran skaða og fær viðgerð á einum sjúkrahúsi í býnum Kozhikode.

Indiska sjónvarpið NDTV sigur, at tíðindini um neyðtøkumálið hava elvt til stórar mótmælisgongur, og sum skilst hevur ein 25 ára gamal maður viðgingið, at hann var við til at neyðtaka ta trý ára gomlu gentuna.