Í Sosialinum 25. februar 2003 er ein yvirskrivt um, at løgmaður ikki ger mun á landsstýrisfólki.
Í greinini svarar løgmaður uppá tað, sum Høgni Hoydal førdi fram í Sosialinum leygardagin 22. februar um, at hann ger á mun á landsstýrisfólki, tí hann úttalar seg alment og sáar iva um Annlis Bjarkhamar, hóast hann ongantíð hevur sagt nakað við egnar landsstýrismenn.
Løgmaður sigur, at hann ger ikki mun á landsstýrisfólki, tí hann hevur ikki úttalað seg alment um Annlis Bjarkhamar. Hann hevur bara svarað nøkrum fyrispurningum í tinginum, og tað er hvør sítt, sigur løgmaður.
Hvat stóð í Sosialinum 6. februar?
Hetta var nú løgið. Nú starvist eg ikki á Sosial-inum (tíbetur). Men í Sosialinum til hósdagin 6. februar 2003 er ein stór grein, har sjálvur blaðstjórin, Jan Müller, hevur viðtal við Anfinn Kallsberg. Í henni sigur Anfinn Kallsberg, at hann fer ikki at góðtaka »politiska starvssetan«, at Annlis Bjarkhamar hevur brotið almenna setanarpolitikkin, og at hon kanska má fara frá.
Sosialurin fer til prentingar á middegi dagin fyri útgávuna, og tað vil siga, at samrøðan við Anfinn Kallsberg er gjørd mikudagin 5. februar.
Og á løgtingsins heimasíðu sæst, at ongin fyrispurningur á tingi um starvssetanina hjá Annlis Bjarkhamar varð settur fyrr enn seinnapartin hósdag 6. februar (ófráboðaður). Og tað vil siga meira enn eitt samdøgur aftaná, at løgmaður úttalar seg alment í Sosialinum.
Hvør sigur satt?
So eru bara tríggir møguleikar. Løgmaður kann siga ósatt. Ella sigur Sosialurin ósatt. Ella er tað ein annar Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum vit bara ongan-tíð hava hoyrt um fyrr, sum úttalar seg í Sosialinum og fellur dóm yvir Annlis.
Kann blaðstjórin vinarliga svara mær, hvør av hesum forkláringum er tann rætta?
Hvør verður
hongdur út?
Annars vil eg ikki her fara at reksa upp, hvussu oftani løgmaður alment hevur úttalað seg um landsstýrisfólk hjá Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum, og hvussu ofta hann hevur átalað sínar egnu floksfelagar. Tað skuldi verið skjótt hjá Sosialinum at leitað fram í sínum arkivi, og tað átti at verið grundreglan hjá einum og hvørjum fjølmiðli at bera sonn tíðindir fram.
Eg havi heldur onga vón um, at Sosialurin nakrantíð fer at kanna um nakað av tí er satt, sum verður ført fram móti Tjóðveldisflokkinum. Eftir 5 ára konstanta hetz mótvegis Tjóðveldisflokkinum í Sosialinum, skal okkurt kollveltandi henda, um vanlig reiðiligheit skal síggjast í blaðnum.
Trýr blaðstjórin ikki sær sjálvum?
Eg kundi bara hugsað mær eitt svar frá blaðstjóranum um, hví tað eru stórtíðindi, tá ein tjóðveldismaður sigur nakað við Sosialin, sum kann prógvast at vera skeivt? Og hví tað ikki eru tíðindi, tá Sosialurin sjálvur er prógv fyri, at tað, sum løgmaður sigur, er ósatt?
Ætlar Sosialurin at gera nakað fyri at rætta sínar feilir?
Ella er tað so, at blaðstjórin hevur somu støðu til Sosialin, sum eg havi? At hann heldur ikki trýr uppá tað, sum stendur í Sosialinum?
Sjálvt um hann sjálvur hevur skrivað tað?