Um tú vilt byrja tína viku við nøkrum glæsiligum og gandakendum, so er tað eitt gott hugskot at vera uppi í nátt og hyggja upp í himmalin. Ársins mest merkisverda og sjáldsama astronomiska fyribrigdi verður at síggja úr øllum Føroyum í nátt - full mánamyrking.
Full mánamyrking kemur fyri, tá mánin er í skugganum av jørðini, soleiðis at einki sólarljós kemur á mánan. Tá standa sólin, jørðin og mánin í linju við hvønn annan, og tí verður mánin heilt myrkalagdur. Men mánin hvørvur ikki heilt, tí sólstrálurnar frá sólini verða bendar í lofthavinum hjá jørðini, og hetta gevur mánanum eitt reytt sker. Hetta kalla vit fyri blóðmána.
Um veturin eru næturnar myrkar, og tí verður kontrastin millum himmalin, ljósið og blóðmánan serliga týðilig. Hetta ger eisini, at fleiri stjørnur gerast sjónligar. Um tað ikki verður ov skýggjað í nátt, kann mann tí vænta eina óvanliga vakra og merkisverda sjón, sum heilt sikkurt er verd at uppliva.
Best er at vera eitt stað við góðum útsýni. Tað er ikki neyðugt at brúka verndarbrillur eins og við sólarmyrking.
Mánamyrking í yvir tríggjar tímar
Klokkan 03:33 í nátt byrjar mánamyrkingin, sum varar heilt til klokkan 06:50. Klokkan 04:41 byrjar fulla mánamyrkingin, og tað er tá, at mánin verður fullkomiliga reyður. Klokkan 05:12 er fulla mánamyrkingin á sínum hægsta, og fulla mánamyrkingin endar klokkan 05:43. Herfrá tekur partvísa mánamyrkingin yvir, og hetta endar klokkan 06:50.
3 ár inntil næstu ferð
Um tú ert í iva, um tú skalt fara tíðliga upp í nátt fyri at síggja blóðmánan, kanst tú ikki ugga teg við, at tú bara kanst síggja tað næstu ferð. Tí tað verður ein góð løta, inntil føroyingar aftur hava møguleika at uppliva fulla mánamyrking her á landi. Ikki fyrr enn 16. mai 2022 verður full mánamyrking aftur at síggja í Føroyum, og næstu ferð aftaná tað verður 14. mars 2025, sambært norsku veðursíðuni, Timeanddate.
Síðstu ferð ein full mánamyrking kundi upplivast í Føroyum var 28. september í 2015. Tað serliga við hesari mánamyrkingini var, at samstundis sum tað var full mánamyrking, var mánin ein sokallaður supermáni. Náttina til 28. juli í fjør var partvís mánamyrking, tá ein partur av mánanum varð myrkalagdur.