Trýr ikki irakum

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, er als ikki sannførdur um, at irakar eru í ferð við at oyðileggja síni hópoyðingarvápn. Rætt er tað, at teir hava oyðilagt nakrar av teimum ólógligu rakettunum seinastu vikuna, sigur Powell, men hann sigur seg vita, at irakar samstundis royna at gera nýggjar rakettir.
Í einari røðu fyrrakvøldið segði Powell, at amerikanska fregnartænastan hevur fingið fatur á upplýsingum, sum benda á, at irakar ætla bert at oyðileggja ein part av útgerðini, sum verður nýtt til at gera tær ólógligu rakettirnar. Hitt fjala teir, segði hann.
Colin Powell endurtók, at ósemjan innan altjóða samfelagið um, hvussu Irak-kreppan skal loysast, er bert til fyrimunar fyri Saddam Hussein, sum fær uppaftur betri møguleikar at halda umheimin fyri gjøldur.