-Hyggja vit fleiri ár fram í tíðina, so verður Stóratjørn verkætlanin tann nýggi depilin í kommununi. Tað sigur Heðin Mortensen, sum ikki vil hava ein kirkjugarð á Stórutjørn. Tað var ein samd byggi- og býarskipanarnevnd hjá Tórshavnar Býráð, sum mælti býráðnum at broyta byggisamtyktina til Stórutjørn, soleiðis at økið kundi nýtast til eitt nú kirkjugarð og frískúla.
Avgerðin skuldi falla á býráðsfundi í gjárkvøldið, men málið var tikið av skránni, tí fleiri býráðslimir og borgarstjórin, Heðin Mortensen, ynsktu meira kunning um málið.
Trýr enn uppá Stórutjørn
Nevndarformaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Bogi Andreassen, sigur seg hava mist álitið á verkætlanini í Stórutjørn, og vil tí nýta stóra økið til annað virksemi. Men hesum er borgarstjórin ikki samdur í.
-Mín hugsan hevur altíð verið, at vit skulu halda fast við byggisamtyktina, soleiðis at tað liggur einum og hvørjum frítt at fremja Stórutjørn verkætlanina í verki, sigur Heðin Mortensen, sum sigur hesa verkætlan verða framtíðin fyri íbúgvarnar í Tórshavnar kommunu.
Økið, har talan er um at seta kirkjugarð og frískúla, er tó bert ein lítil partur av økinum, ið Stóratjørn verkætlanin skal nýta, og tískil er tað kortini ikki óhugsandi, at ein partur verður settur av til kirkjugarð og frískúla.
-Vit ynskja meira kunning í málinum, soleiðis at vit eisini taka støðu til, um hetta økið er tað besta staðið at leggja ein kirkjugarð, sigur Heðin Mortensen, sum kortini undirstrikar, at hann framvegis trýr uppá Stórutjørn verkætlanina, sum hon upprunaliga var løgd til rættis.