Kósin hevur leingi verið troystarleys hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum er dottið støðugt niður eftir styrkislistanum. Nú er óhepna gongdin vend. Í hvussu so er sambært FIFA styrkislistanum, sum varð kunngjørdur í vikuni.
Á listanum fyri apríl eru Føroyar nummar 179. Á mars listanum vóru Føroyar á 182. plássinum. Hóast Føroyar eru fluttar trý pláss rætta vegin, so er stigatalið hjá Føroyum ikki broytt. Tað er framvegis 32.
Ovast á listanum eru heimsmeistararnir úr Italia, sum hava 1604 stig. Italia var nummar tvey á mars listanum. Næsta uppgávan á skránni hjá føroyska landsliðnum verður 2. juni, tá ið italsku heimsmeistararnir, sum eiga besta liðið í heiminum, koma henda vegin!
6. juni skulu Føroyar spæla á heimavølli ímóti Skotlandi, sum á styrkislistanum fyri apríl er nummar 19.
Næstovast á listanum er Argentina, sum var ovast á tindinum í síðsta mánað. Stigatalið hjá Argentina er 1594, og á triðja plássi er Brasil við 1520 stigum.
Á næstu plássunum eru níggju europeiskar fótbóltstjóðir: Frakland, Týskland, Holland, Portugal, England, Spania, Kekkia, Ukreina og Kroatia.
Danmark er á 22. plássi og besta Norðurlandið. Svøríki er nummar 24.