Tey seinastu árini hava fleiri kommunur kring landið gjørt eitt stórt arbeiði við at sleppa sær av við teir gomlu lyktapelarnar úr træi.
Ístaðin hevur ein lagt tær streymberandi linjurnar undir jørð, soleiðis at ein slapp undan ov nógvum streymsliti í illveðri.
Í hesum arbeiði hevur Klaksvík ikki verið eftirbátur, tí í dag eru í roynd og veru bert fáar gøtur eftir, har teir gomlu lyktapelarnir eru at síggja.
Teir vóru fyrr ein eyðkendur partur av bygdar- og býarmyndini, men eru støðugt minkaðir í tali seinastu árini.
Við Garðaveg í Klaksvík er kommunan nú í ferð við at seta upp nýggj gøtuljós. Samstundis við hetta verða verandi luftlinjur og træpelar tikin niður og nýggj gøtuljós sett upp ístaðin.
Hesir eru teir seinastu træpelarnir í hesum økinum, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Eftir eru tríggjar gøtur við træpelum, og eru tær Vágsgeil, Fornavegur og Stangaskákið.










