Hans Joensen hevur í mong Harrans ár verið trúgvur við tráðuni. Serliga á Leynavatni og í Saksun plagdi hann at vera at síggja hetta eftir ólavsøku, og til fiskitíðin er liðug.
Soleiðis var eisini hendan dagin, myndamaðurin kom fram við Leynavatni. Tá stóð fakfelagsbossurin í Havn eisini við tráðuni. Og hesin dagurin hevði verið ein av teimum góðu. Tveir laksar hevði hann fingið.
Men nú er tað, at vit fara at ivast í, hvørjir hesir tríggir partarnir í trípartasamráðingunum, sum fyri standa, eru. At formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag er ein, halda vit okkum vita. Men um hinir báðir eru rossini aftan fyri og laksarnir framman fyri, er ikki eydnast okkum at fáa greiði á enn.










