Trø og runnar til fólkið

Aftur í ár fáa borgararnir á Sandi teir sonevndu plantupakkarnar frá kommununi.

Á fundi herfyri samtykti bygdaráðið at taka við einum tilboði frá Skógrøkt Landsins, sum hesaferð fer at lata 75 pakkar til fólkið í kommununi.Sum skilst eru tað fleiri og fleiri sum dáma at fríðka rundan um húsini. Hesi fáa nú eitt eyka íkast til hetta frá kommununi.