Trý norðurlond í hálvfinulunum

Bólkaspælið í EM í hondbólti í manshondbólti er av, og heili trý norðurlond hava spælt seg í hálvfinalurnar. Danmark tryggjaði sær plássið við einum sera óvæntaðum sigri á Svøríki, sum tó eisini kom víðari, og Ísland vann á Týsklandi í seinasta dystinum. SvF fer at vísa hálvfinalurnar og finaluna

EM í hondbólti er í hesum døgum í Svøríki. Kappingin hevur verið sera spennandi, um hugt verður frá einum norðurlendskum sjónarhorni.
Ísland, Danmark og Svøríki hava øll spælt seg í hálvfinalurnar. Danmark og Týskland bresta saman í fyrru hálvfinaluni, og Svøríki og Ísland møtast í hinari.
Danmark tryggjaði sær sess í hálvfinaluni við at vinna 27-26 á Svøríki. Sviar vóru annars á odda 14-11 við steðgin, men danska liðið, sum í minsta lagi skuldi hava javnleik, megnaði at venda dystinum.
Danskir fjølmiðlar eru á gosi um sigurin á svium, og spælararnir verða heiðraðir sum hetjur. Tó skal nevnast, at Svøríki frammanundan hevði tryggjað sær hálvfinalusessin. Tí vórðu nakrir av lyklaspælarunum spardir í pørtum av dystinum.
Danska liðið gjørdist vinnari av bólkinum við níggju stigum, og Svøríki var nummar tvey við átta stigum. Russar kom ikki víðari. Teir endaðu á triðja plássi við sjey stigum.
Ísland skuldi somuleiðis hava stig í seinasta dystinum móti Týsklandi, sum eisini hevði tryggjað sær víðari luttøku. Ísland vann dystin 29-24 og fer harvið víðari í hálvfinaluna sum vinnari av bólkinum. Týskland endaði á øðrum plássi, meðan Frakland óvæntað ikki megnaði at spæla seg víðari.
Sostatt hava trý norðurlond spælt seg í hálvfinalurnar. At vertirnir Svøríki komu víðari var ikki óvæntað, men at Danmark og Ísland eisini megnaðu at koma víðari, hevur tikið fleiri á bóli.

SvF vísir dystirnar
Sjónvarp Føroya fer at vísa báðar hálvfinalurnar og finaluna. Hálvfinalurnar, sum verða spældar leygardagin, verða ikki sendar beinleiðis, men tær verða bandaðar og sendar seinni. Orsøkin til hetta er, at finalurnar í føroysku steypakappingunum hjá monnum og kvinnum verða sendar beinleiðis úr høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin.
Fyrra hálvfinalan í EM verður víst klokkan 23.25 leygarkvøldið, og seinna hálvfinalan verður víst dagin eftir, sunnudagin klokkan 12.30. Finalan verður send beinleiðis úr Svøríki klokkan 16.40 føroyska tíð.
Finalan í føroysku steypakappingini hjá kvinnum verður á skíggjanum klokkan 15, og finalan hjá monnum verður send klokkan 17.