Trý niðureftir

Føroyar eru nú nummar 116 á altjóða styrkislistanum hjá FIFA

Fótbóltur

Á hvørjum mánaði letur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, ein nýggjan styrkislista úr hondum, har tær 204 limatjóðirnar verða styrkismettar. Styrkismetingin er grundað á, hvussu liðini hava staðið seg seinnu árini, soleiðis at dentur eisini verður lagdur á, hvat slag av dysti talan er um, eins og styrkin hjá mótstøðuliðinum verður havd í huga.
Januar mánaður er vanliga ein sera friðarligur mánaður viðvíkjandi landsdystum, og tí eru broytingarnar á listanum sera fáar hesaferð, men tó so. Onkrar eru.
Tó at Føroyar ongan dyst hava spælt, síðani tepra tapið ímóti fjórð-sterkastu tjóðini á listanum, Týsklandi, so eru vit hesa ferð farin trý pláss niður á listanum. Hetta tí Singapore, Libanon og Maleisia øll hava gjørt rættilig skarvslop á listanum.
Annars er Danmark sambært styrkismetingini framvegis nógv tann sterkasta norðulendska tjóðin. Ofta hava Noreg og Svøríki eisini ligið sera frammarliga í hesum, men seinastu mánaðirnar eru tey bæði dottin hampuliga langt niður á listanum.
Vert er eisini at bíta merki í, at øll Skotland, Ísland og Litava, sum øll skulu spæla móti Føroyum í ár, øll gingu aftur á listanum, sum vit partvíst hava endurgivið niðanfyri. Tølini í klombrum sýna, hvussu liðini vórðu styrkismett fyri inum mánaði síðani.
nummarland
1 (1)Brasil
2 (2)Frakland
3 (3)Spania
4 (4)Týskland
5 (5)Argentina
6 (6)Holland
7 (9)Turkaland
8 (7)Ongland
9 (8)Mexico
10 (10)USA
12 (12)Danmark
24 (24)Svøríki
25 (26)Noreg
43 (43)Finnland
60 (58)Skotland
61 (58)Ísland
80 (78)Litava
116 (113)Føroyar