Tróndur vil í býráðið

23 ára gamli fótbóltsleikarin, sum sein­astu árini hevur spælt við besta liðnum hjá AB, men annars uppvaksin í HB, er í uppskoti til valevni fyri Javn­að­ar­flokk­in til bý­ráðs­val­ið í høvuðsstaðnum í nov­ember.

– Eg havi stóran áhuga fyri komm­unalpolitikki og havi tí játt­að at lata seg stilla upp, sigur Tróndur Sig­urðs­son.
Sum fótbóltsleikari brenn­ur hann fyri ítróttini, og hann sigur, at nú so nógv tos­að verður um at fáa før­oy­ing­ar at venda heimaftur, mugu vit heldur ikki mugu gloyma týdningin av, at høv­uðs­stað­ur­in er væl stýrd­ur, so hann kann taka kapp­ingina upp og forða frá­flyt­ing. Í hesum sam­bandi er tað av størsta týdn­ingi, at vit raðfesta tey ungu og barnafamiljurnar framm­aliga, heldur hann.
Tróndur Sigurðsson starv­ast bilseljari hjá P/F Wenzel.