Tað var málveitslan í Gundadali seinnapartin. Næstbesta liðið hjá NSÍ vitjaði teir næstbestu í HB, og heimaliðið vann 6-3.
Stóri málskjúttin var HB álopsspælarin Tróndur Sigurðsson. Hann skoraði fýra mál. Eitt av teimum ? tað til 3-1 ? var eftir at NSÍ málverjin, Tórður Thomsen, hevði felt ein av HB spælarunum.
Sonni L. Petersen legði NSÍ á odda í 27. minutti. Tríggjar minuttir seinni javnaði Pætur Jørgensen, og seks minuttir seinni skoraði Tróndur Sigurðsson upp á brotsspark.
Síðstu løtuna undan steðginum gekk tað skjótt við málskjótingini. HB skoraði til 3-1 og 4-1. Tróndur Sigurðsson og Bárður Mittelstein vóru málskjúttar. Uppspælið til HB málini í 1. hálvleiki vóru fyri tað mesta í vinstra borði.
Klæmint A. Olsen minkaði um munin til 4-2 undan hvíldini. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Tróndur Sigurðsson um munin til 5-2. Tíggju minuttir undan leikloki minkaði Sonni L. Petersen við brotssparki um munin, og seks minuttir vóru eftir, tá ið Tróndur Sigurðsson við sínum fjórða máli staðfesti 6-3 heimasigurin.