Tróndur væntar ein javnan dyst á Anfield

(FM1) Hoyr tað sum Tróndur Arge hevði at siga um EM-lutakastið, Champions League og Premier League í SportBoxini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna tíman av SportBoxini á FM1, ið er "Fótbóltspanelið".

 

Verturin, Heri Simonsen og Tróndur Arge, ítróttarredaktørur og frásøgumaður umrøddu EM-lutakastið hjá bæði A og U21-landsliðnum.

 

A-landsliðið er í bólki við Spania, Svøríki, Noregi, Rumenia og Malta. U21-landsliðið er í bólki við Spania, Ísrael, Makedonia, Montenegro og Kasakstan. 

 

Undir luppin komu eisini Champions League og klassikkarin í Premier League millum Liverpool og Manchester United, ið verður spældur sunnudagin klokkan 16 á Anfield í Liverpool.

 

Hóast allar veddingarfyritøkur hava Liverpool sum greiðan favoritt, so væntar Tróndur Arge ein javnan dyst har tað fer at ríða um snarið hvør fer við sigrinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.