Tróndur tekur gullið við sær

Hondbóltur: Tróndur Kragesten verður ikki við, tá Neistin í komandi kappingarári fer at royna at endurvinna greipuna. Hann fer til Danmarkar í lestrarørindum og fer tí av landinum við gullinum í viðførinum.
– Men eg ivist ikki í, at Neistin fer at stríðast fyri at endurvinna steypakappingina og landskappingina, sigur Tróndur Kragesten.
Men hví hevur Neistin verið einaráðandi í hesum kappingarárinum?
– Tað hevur verið ein seriøsur bólkur av fólki aftanfyri leikarahópin, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Leikararnir kunnu sjálvsagt taka ábyrgdina, men leiðslan og ábyrgdarfólkini eiga eitt stórt herðaklapp fyri sítt avrik, sigur Tróndur Kragesten, sum ikki metir, at tað var óneyðugt at spæla finalurnar. Tað er bara til frama fyri hondbóltin, sigur hann.
– Vit vistu undan kappingarbyrjan, at føroyameistaraheitið skuldi avgerast við tveimum finalum. Vit hugsaðu um ræðumyndina, at vit kundu tapa. Men tíbetur vunnu vit, sigur Tróndur Kragesteen.