Tróndur skal sýna fram í París og Kastrup

Størsta avbjóðingin á yrkisleiðini hjá Tróndi Paturssyni stendur fyri framman. Um eitt ár skal hann luttaka á eini framsýning á Triumfboganum í París, og harumframt fær hann væntandi pláss á flogvøllinum í Kastrup

 

Listamaðurin Tróndur Patursson úr Kirkjubø stendur fyri tí størstu avbjóðingini nakrantíð í hansara lívi sum listamaður.

Hann hevur fingið innbjóðing til eina stóra listaframsýning í franska høvuðsstaðnum París. Framsýningin verður á tí kenda Triumfboganum miðskeiðis í París. Har hevur Tróndur fingið pláss á takinum á boganum, har hann hevur 400 fermetrar at bólta sær á. Listaverkið hjá Tróndi fer at standa undir opnum himni.

Væntandi fara eini 400.000 fólk at vitja framsýningina, sum verður í juni, juli og august í næsta ár.

Hóast long tíð er til framsýningina, so er Tróndur farin undir fyrireikingarnar til listaverkið, og byrjað verður væntandi einaferð í heyst. Hann sigur, at tað verður eitt listaverk við speglum og glasi, og ætlanin er, at hetta skal vera ein stór uppliving av dimensjónum.

Um ein persónur fer inn í rúmið við speglum, eru 6000 spegilsmyndir av sama persóni.

Trupulleikin er at fáa fígging til verkið. Summir grunnar seta ta treyt, at listaverkið skal vera selt og hava fingið eitt fast pláss onkustaðni, áðrenn teir lata stuðul. Listaverkið er ikki selt enn, og tí kann vera trupult at fáa fígging.

Tróndur sigur tó, at um listaverkið ikki verður selt frammanundan, so er góður møguleiki fyri at selja tað á sjálvari framsýningini í París.

? Hetta er tann størsta og mest spennandi uppgávan hjá mær nakrantíð, og tí má hesin møguleikin ikki fara framvið borðinum, sigur Tróndur Patursson, sum vísir á, at fleiri aljtóða viðurkend listafólk vera við á framsýningini.


Fuglar í Kastrup

Á flogvøllinum í Kastrup í Keypmannahavn hanga í løtuni fimm glasfuglar, sum Tróndur hevur latið úr hondum. Enn hevur Tróndur ikki fingið endaliga at vita, um listaverkið skal hanga fast á flogvøllinum, tí tann stóra nevndin, sum skal taka endaligu avgerðin, hevur ilt við at taka støðu.

Tróndur hevur fingið pláss í C2 deildini á flogvøllinum, har eitt stórt vindeyga, sum er 20 ferðir 7 metrar til víddar, har sett av til hansara. Verður avgerð tikin um, at listaverkið hjá Tróndi skal upp at hanga, so verða einir tjúgu glasfuglar, hvørs veingjaspenni er hálvantriðja metur, hongdir upp í Kastrup.

Henda verkætlanin hevur verið í gongd í eini trý ár, og tí vónar Tróndur at fáa endalig boð skjótt, og hann vónar sjálvsagt, at hansara listaverk fær pláss á flogvøllinum, har fleiri túsund fólk ferðast hvønn dag.