Tróndur Sigurðsson til AB

Tróndur Sigurðsson hevur hóast sín unga aldur, bert 18 ár gamal, skotið 15 mál fyri næstbesta liðið hjá HB í 1. deild, í ár

 Haraftrat koma øll málini Tróndur hevur skotið á unglingaliðnum hjá HB. Tróndur hevur verið væl nøgdur við uppalingina, og øll árini í HB, men nú vil hann sleppa at royna okkurt nýtt. Og sambært heimasíðuni hjá AB, hevur hann hevur bundið seg til AB fyri 2008. Endamálið hjá Tróndi er at bíta seg fastan á liðið, sum áleypari. Tróndur væntar, at AB fer at liggja fremst í 1. deild, og at liðið fer at skjóta nógv mál. Hann ætlar ikki, at hansara partur skal liggja eftir í so máta.