Ungi, nývaldi býráðslimurin fyri Javnaðarflokkin í býráðnum í Havn, Tróndur Sigurðsson fór gjøgnum alt kensluregistarið í gjárakvøldið.
Áðrenn brævatkvøðurnar og atkvøðurnar av Argjum og Kollafirði vóru taldar uppí, varð hann ov stuttur at røkka einum býráðssessi.
- Tað var ein gysari, greiddi Tróndur Sigurðsson frá.
Men tá endaliga úrslitið var kunngjørt kundi Tróndur Sigurðsson fegnast um, at hann er 12. valdi býráðslimurin í Havn við 177 atkvøðum.
Vit gjørdu eitt prát við Trónd Sigurðsson, sum kann hoyrast undir greinini.