Tróndur Patursson og Thorvald Stoltenberg í Rás2

Í dag verða tveir litfagrir og spennandi persónar at hoyra í morgunsendingini hjá Rás2. Teir eru listamaðurin Tróndur Patursson og fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin Thorvald Stoltenberg.

Tann 1. mars fylti Tróndur Patursson 65 ár. Hann varð tá stæddur umborð á Norrønu, og Jan Müller fekk orð á hann. Í samrøðuni fara teir víða í lívinum hjá Tróndi bæði sum listarmaður og ævintýrari. Tróndur greiðir frá fleiri av sínum mest spennandi uppgávum sum listamaður og eisini hvørji ynski og dreymar hann hevur um framtíðina. Samrøðan verður at hoyra í Rás2 umleið klokkan 9.30 fríggjamorgun.

Eftir kl. 11 fer Rás2 at senda fyrilesturin, sum Thorvald Stoltenberg helt í Norðurlandahúsinum í farnu viku á ráðstevnuni um Føroyar í framtíðar Europa.