Tróndur Patursson í Focus

Tíðindaskriv




Fríggjadagin 2. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Tróndi Patursson, listamanni, upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.
 
Tróndur Patursson er kendur fyri at hava prýtt nógvar bygningar, bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt av teimum seinastu prýðunum er parkeringshúsið “Tróndur” í Vejle.
 
Verkini á framsýningini í Galerie Focus eru innanfyri spontanu listina, ið Tróndur er kendur fyri. Myndevnini eru: hav, klettar og bjørgini – tann stóra náttúran hann hevur møtt.

Opið er týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Framsýningin verður opin til 16. mars.

Fríggjadagin 2. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Tróndi Patursson upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.