Í hølunum hjá býráðnum, har snarskivan heldur til, hevur Tróndur Patursson eina framsýning við sínum eyðkendu glasfuglum og fleiri málningum umframt.
? Teir flestu fuglarnir eru gjørdir til júst hesa framsýningina, og eg haldi, at teir rigga væl í hesum hølunum við nógvum glasi, sigur Tróndur Patursson.
Tróndur hevur glasfuglar hangangi undir loftinum og festar á glasið í endunum. Teir flestu málningarnir á vegginum eru vatnlitsmyndir, men eisini hevur hann nakrar tempramyndir, har hann hevur nýtt egg, mjólkaevni og ymisk sløg av harpiksi til at gera málningarnar. Hetta er ein tann elsti hátturin at gera myndir.
Framsýningin verður hangandi uppi í hálvan annan til tveir mánaðir.
Tróndur Patursson sigur annars um hølini, at tey eru sera væl egnað til framsýningar sum hesar, tí tey liggja so væl fyri miðskeiðis í býnum.
? Tað er hugaligt at koma í øðrum ørindum og so renna seg í eina listaframsýning. Ljósið er gott og hølini góð, sigur Tróndur.
Ferð á innlandsísin
Tróndur Patursson er ein ævintýrari, og næsta ferð hansara er á grønlendska innlandsísin. Ferðin gongur til Scoresbysund í Eysturgrønlandi, og haðani fara teir á innlandsísin við bátum.
Ferðin hjá Tróndi verður gjørd saman við einum norðmanni, sum hann gekk í flokki við, tá hann gekk í skúlan í Noregi. Tveir aðrir norðmenn vera eisini við á ferðini.
? Hetta er ein ferð fyri at fáa íblástur. Vit hava tí tekniblokkin við okkum, og seinni skuldi okkurt verk sprottið úr hesi ferðini, sigur Tróndur.
Við sær hava teir tveir bátar úr aluminium, sum ikki viga meira enn 100 kilo hvør. Bátarnir hava luftkoddar og kunnu tí ikki søkka. Harumframt hava teir gangarar undir bátinum, so teir kunnu takast við á ísin.
Farið verður um ein mánaða, og teir skulu búgva í tjaldi.
Tróndur heldur, at hetta er ein góður møguleiki einum listamanni at fáa nýggjan íblástur.
? Ljósið er serligt á innlandsísinum. Sýnið er ógvuliga gott, og ljóst er alt samdøgrið. Blálýsi, sum eg havi arbeitt við í eini tjúgu ár, er eisini serligt har norði. Ísurin líkist eisini glasinum, men hevur fleiri litir, um hugt verður nærri eftir honum, greiðir Tróndur frá.
Tróndur og norðmenninir fara at búleikast á innlandsísinum uttan samband við umheimin í nakrar vikur.