Tróndur Patursson einkarsýning á ólavsøku

Undir heitinum ’Lívsins landslag’ hevur Tróndur Patursson framsýning á Skipasmiðjuni um ólavsøkuna. Hetta er fyrsta einkarframsýning hansara í fleiri ár.

Tórshavnar kommuna veit at siga, at 18. juli 2009 og fram til miðjan august sýnir Tróndur Patursson málningar og glaslist í Listahøllini á Skipasmiðjuni. ’Lívsins Landslag’ er heitið á framsýningini hjá Tróndi, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðlar.


Tróndur, sum júst er vorðin 65, hevur ikki havt einkarframsýning í Føroyum í mong ár. Tí er ’Lívsins Landslag’ ein afturlítandi framsýning, ið gevur innlit í virksemið hjá

Tróndi, men eisini ein framsýning við nýggjum verkum.


Tróndur Patursson býr og virkar í heimbygdini Kirkjubø.

Framsýningin ’Lívsins Landslag’ er opin til mitt í august.


Rd.