Tróndur í oljuvinnuna

Gamla strandfaraskipið Tróndur fer nú í oljuvinnuna. Umvælingar eru gjørdar, so skipið lýkur krøvini til eitt havgangandi skip, og í næstu viku verður kósin sett móti oljufeltunum hjá Statoil uttan fyri Stavanger, har Tróndur skal liggja sum vaktarskip.

43 ára gamla fyrrverandi strandfaraskipið Tróndur, sum Sjúrður Gorm Petersen keypti fyrr í ár, fer nú í oljuvinnuna, har hann skal virka sum vaktarskip. Tróndur skal avloysa Orion, sum í seinastuni hevur ligið sum vaktarskip í norskum sjógvi, men sum nú kemur aftur til Føroya, tí viðlíkahaldsarbeiði skal gerast. Fyribils skal Tróndur avloysa í seks vikur, men Sjúrður Gorm Petersen sigur, at tað kann væl hugsast, at Tróndur verður í oljuvinnuni longur enn so.

Broytt klassan
Áðrenn Tróndur kann virka sum vaktarskip, var neyðugt at broyta klassan, so skipið lýkur treytirnar, sum verða settar til havgangandi skip. Tróndur er sum kunnugt gamalt strandfaraskip, og hevur bara verið góðkendur til at sigla í mesta lagi 45 fjórðingar úr landi. Men nú eru ábøtur gjørdar á skipið, og í vikuni varð Tróndur góðkendur sum havgangandi skip. Sjúrður Gorm Petersen greiðir frá, at ávís umhvørviskrøv verða sett til vaktarskip, og tað kravdi eisini at smávegis ábøtur skuldu gerast á Trónd.
Hann sigur, at Tróndur, sum er bygdur í Aukra í Norra fyri 43 árum síðan, er í sera góðum standi. Fyrr í vikuni vóru teir, saman við klassanum og Skipasýninum tekniskan royndartúr við skipinum, og tá varð Tróndur eisini góðkendur sum havgangandi skip. Sjúrður Gorm Petersen metir, at Tróndur eisini er væl egnaður til aðrar uppgávur innan oljuvinnuna, m.a. tí at gott pláss er á dekkinum.

Arbeiða fyri Statoil
Sjúrður Gorm Petersen sigur, at Tróndur skal halda vakt fyri Statoil á feltinum Midgaard, tætt við Oskarfeltið, uttan fyri Kristianssund. Hann skal loysa av Orion, sum er hitt skipið hjá Sjúrða Gorm Petersen. Fýra mans vera við Trónda.