Tróndur og Teitur siga frá finaluni um løgmansteypið

FM1 byrjar at senda klokkan 13 seinnapartin í dag. Sent verður til langt út á kvøldið

Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, ið byrjar á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

FM1 byrjar at senda klokkan 13 seinnapartin. Klokkan 13 til 16 verður upptaktssending kryddrað við HB og B36 sangum. Klokkan 16.15 sigur Petur Asbjørn Lervig frá steypafinaluni hjá kvinnum millum EB/Streym/Skála og HB.

 

Aftaná steypafinaluna hjá kvinnunum verður upptakt til steypafinaluna hjá monnunum, har B36 og HB eru finaluliðini. Sent verður til væl aftaná finalan hjá monnunum er liðug.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.