Tróndur og Fróði hava skrivað undir

Formulahópurin hjá B36 er nú við at forma seg. Tveir upprunaligir B36´arar, sum hava verið partar av formulahópunum hjá HB og EB/Streymi seinastu árini, hava nú skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, B36.

 

Álítandi keldur staðfesta yvirfyri Portalinum, at B36 tryggjaði sær undirskriftina hjá málverjanum, Tróndi Vatnhamar og verjuspælaranum, Fróða Clementsen.