Tróndur og Eyðun á Pubbini

Lagt er upp til fólkaogn úr sangskattinum hjá Eyðuni, og til kendar nýggjar og eldri sangir, tá Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe um vikuskiftið undirhalda hjá Thomsen á Tvøroyri Kendir og royndir eru teir og um vikuskiftið borga teir fyri góðum tónleiki á Pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri.

Gamli kongaligi handilin á Tvøroyri er nú kend pubb, ið hevur varðveitt gamla stílin, júst so sum hølini altíð hava sæð út. Staðið er eisini kent fyri hugna og góðan livandi tónleik.

Í so máta er onki undantak nú fríggjakvøldið og leygarkvøldið, tá Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe spæla.

Tróndur og Eyðun hava spælt nógv saman og borga fyri fjølbroyttari sangskrá, har okkurt er til øll.