Tróndur og André: Spennandi EM-lutakast

(FM1) Hoyr samrøður við Trónd Arge og André Olsen um EM-lutakastið hjá landsliðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ítróttarredaktørin hjá Miðlahúsinum og landsliðsfótbóltsfrásøgumannin, Trónd Arge.

 

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ítróttarskrivaran og fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen.

 

Samrøðurnar snúðu seg um EM-lutakastið, har Føroyar í bólki F skulu spæla ímóti Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.

 

Báðir halda, at í tí stóra og heila er talan um eitt gott lutakast. André Olsen hevði tó ynskt eitt veikari mótstøðulið úr styrkisbólki 4, har Rumenia gjørdist liðið í okkara bólki.

 

Tróndur Arge heldur, at Spania verður ein eins stór uppliving sum Portugal og Cristiano Ronaldo vóru fyri tveimum árum síðani á Tórsvølli. Tvey norðurlond er eisini tvær spennandi uppgávur.

 

Báðir fegnast um, at vit komu í ein bólk við seks liðum. André heldur, at vit skulu fara eftir at fáa seks stig ímóti Malta hesaferð, og royna at fáa ein heimasigur aftrat, so fer at nærkast einari góðari úrtøku.