Tróndur komin til bygdar

Í gjár var nógv virksemi í gamla býlinginum í Norðragøtu, tá stóru bilarnir hjá Faroe Ship komu við standmyndini av Tróndi í Gøtu

Standmyndin verður avdúkað leygardagin klokkan tvey. Í øllum túnum verður hampað og plantað, og á økinum, har sjálv standmyndin skal standa, arbeiða múrarar, gartnarar og onnur dúgliga við at fáa tað síðsta klárt til hátíðardagin.