Tróndur: Hetta var ikki nóg gott

(Rás2) Liðskiparin, Tróndur Kragesteen er vónsvikin um alt ov stóra tapið ímóti Italia

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge, frásøgumaður hjá Ràs2 gjørdi beinleiðis við liðskiparan hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Trónd Kragesteen aftaná Tróndur Kragesteen og liðfelagarnir høvdu tapt stórt 18-29 (10-13) ímóti vertslandinum, Italia í HM-undankappingini, sum hevur verið í Bolzano í Norðuritalia. Áðrenn dystin í dag taptu Føroyar 20-28 ímóti Rumenia og 22-30 ímóti Ukraina.

 

- Hetta er ikki nóg gott. Tað ljóðar løgið, men vit eru ikki langt frá støðinum hjá Italia, og tí er tað ikki nóg gott, at vit tapa so nógv ímóti teimum, sigur ein vónsvikin Tróndur Kragesteen.

 

Tróndur Kragesteen heldur, at avrikini ímóti Rumenia og Ukraina eru "acceptabul", men avrikið í dag ímóti Italia var sera vánaligt. Tróndur Kragesteen hevur tó vónir um bjartari tíðir bíða manslandsliðnum í hondbólti.

 

Rumenia vann undanbólkin við fimm stigum. Italia fekk fýra stig, Ukraina fekk trý stig, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.