Ein glassúla hjá Trónda Patursson skal umboða Føroyar í heimsins størstu, altjóða skulpturpark
Listamaðurin Tróndur Patursson er so smátt farin at fyrireika seg til at gera eina glassúlu, sum skal standa í heimsins størstu skulpturpark. Parkin liggur í kinesiska býnum Changchun. Hetta er ein altjóða skulpturpark við út við 400 skulpturum, ið umboða øll heimsins lond.
Frælsissúla
Føroyska flaggið er longu vundið á stong uttanfyri parkina, tí Tróndur gjørdi ein skulptur har í fjør. Av ymsum orsøkum bar tó ikki til at gera skulpturin úr glasi, sum hann hevði ætlað, men nú fær Tróndur so høvi at gera eina glassúlu til parkina.
Tróndur ætlar millum annað, at hansara eyðkendi djúpt blái litur skal ganga aftur í súluni, og tað hevur sínar orsøkir.
- Mín blái litur hevur so at siga ongan botn. Hann er bara ? sum atmosferan, havið ella frælsið. Sum ímynd í eini altjóða skulpturpark kemur súlan at umboða eitt kosmiskt frælsi kanska, sigur Tróndur Patursson.