Tróndur í Gøtu kom til Tvøroyrar í gjár við 1.000 tonsum av makreli, sum teir høvdu ffingið í landnyrðing úr Føroyum. Tað tók einar átta tímar at sigla til lands.
Tróndur í Gøtu hevur pumpað fiskin við teirri nýggju pumpuskipanini, og Fagraberg og Jupiter hava partrolað. Í løtuni partrola Fagraberg og Finnur Fríði.
Fiskurin er okkurt um 450 gram í meðal, og makrelurin er heilt góður nú, skrivar reiðaríið á heimasíðuni. Sagt verður, at tað tekur umleið tvey samdøgur at landa og at arbeiða fiskin á Varðanum Pelagic.










