Tróndur í Gøtu til dópin í morgin

Nógvi kuldin, sum hevur herjað í Danmark seinastu tíðina hevur havt við sær, at ikki alt máliarbeiðið umborð á Tróndi í Gøtu er liðugt. Men í morgin verður skipið doypt, og so má máling vera máling, tí skipið fer til veiðu 18. februar

Skagen: Tað er frost á dekkinum. Tað ber illa til at ganga í leytaranum umborð á skipið. Smáar glerpípur hanga úr fleiri rørum, og plettir í málingini eru at síggja, tí ikki alt máliðarbeiðið er liðugt.
Hetta var støðan umborð á nýggja Tróndi í Gøtu hóskvøldið 5. februar 2010, tveir dagar frammanundan, at hann skal doypast.
Men hóast reiðariíð ikki kann gera nakað við kuldan, sum forðar máliarbeiðnum, so ber ikki til at bíða eftir at leggja seinastu hond á máliarbeiðið.
– Í vetur hevur óvanligur kuldi verið. Vit hava ikki kunnað gjørt nakað við máling, tí alt hevur verið fryst. Vit hava bíðað eftir betri veðrið, men nú er ikki meira at gera. Hinvegin er alt annað komið sera væl áleiðis, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum, sum eigur Trónd í Gøtu.
Áðrenn allur kuldin kom vóru ferðaseðlar keyptir til tey, sum skuldu vera við til dópin av skipinum, og av tí, at tað hevur borið til at gera tað mesta av øðrum arbeiði, so varð gjørt av at halda fast við 6. februar til dópin.
– So kunnu vit fara at mála skipið liðugt seinni, tá veðrið verður betri, greiðir Dávið Jacobsen frá.

Fýra ár til skip
Nýggi Tróndur í Gøtu, sum er ein nýggjari og betri útgáva av Finni Fríða, sum varð bygdur í 2003 og kølir og landar pelagiskan fisk, varð upprunaliga ætlaður at vera liðugur fyri sjey mánaðum síðan, men fyri fýra árum síðan, tá ætlanin var gjørd klár, vísti tað seg at vera torført hjá reiðarínum at finna eina skipasmiðju, sum hevði tíð og orku, umframt ein rímiligan prís at gera skipið fyri.
Tí var ætlanin seinkað í byrjanini, men í 2007 gjørdist greitt, at Karstensens Skibsværft í Skagen var til reiðar at gera skipið fyri 230 milliónir krónur.
Hesum kundi reiðaríið í Gøtu liva við, og tí var farið í gongd við at byggja skrokkin í Gdynia í Póllandi, har skipasmiðjan í Skagen sá besta møguleikan at fáa skipið gjørt.
Aftur har stungu trupulleikar seg upp. Póllendingarnir høvdu tveir skrokkar at velja í og megnaði ikki at gera báðar samstundis. Annar var tann á Tróndi í Gøtu, og eftir samráðingar gav hetta úrslitið, at Tróndur í Gøtu skuldi byggjast fyrst.
– Men aftaná hetta hevur tíðarætlanin hildið hjá okkum, hóast nógv skip, sum vórðu sett í gongd tá, ikki enn eru liðug, smílist Dávið Jacobsen.

120 í gongd
Og tað er ein orsøk til, at tíðarætlanin verður hildin. Umborð á skipinum eru 120 mans til arbeiðis um døgnið at fáa skipið hjá Gøtumonnum liðugt.
Tað eru mest menn úr Eysturevropa, men eisini fólk úr Norðurlondum og aðrastaðni frá arbeiða við skipinum.
Innanborðs sær framvegis ikki liðugt út, men so mikið lítið manglar, at tað mesta verður klárt í morgin, tá nýbygningurin verður doyptur.

Meira fisk fyri olju
Seinast í hesum mánaðinum fer Tróndur í Gøtu til fiskiskap, og sambært Dáviði Jacobsen er størsti fyrimunurin við Tróndi í Gøtu í mun til onnur líknandi skip, at minni fer út gjøgnum skorsteinarnar, sum enn eru klæddir við frosti. Skipið skal brúka minni olju fyri hvørt kilo av fiski.
– Tað hevur ótrúliga nógv at siga, hvussu nógv verður brúkt í olju. Ofta sigur mann, at vit hava gjørt ein túr, og at vit hava fingið so og so nógv burturúr. Men hvussu nógv hevur túrurin kostað?, spyr Dávið Jacobsen.
Hann vísir her til nýggja skipan, ið er umborð á Tróndi í Gøtu, sum alla tíðina sigur, hvussu nógv olja er brúkt í mun til hvørt kilo av fiski.

Manningin tann sama
Í marsmánaði í fjør varð gamli Tróndur í Gøtu seldur. Tá varð manningin á skipinum søgd upp, men fleiri av hesum fara nú aftur at hava kjans við Tróndi í Gøtu.
Tað er nevniliga soleiðis, at ein stórur partur av teimum, sum vórðu uppsagdir, tá Tróndur í Gøtu varð seldur, nú hava fingið í boði at koma við nýggja Tróndi í Gøtu.

Køliskip
Nýggi Tróndur í Gøtu er eitt sokallað køliskip. Køliskip veiða pelagiskan fisk við troli ella nót, og pumpar fiskin í tangar, har fiskurin verður køldur til hann verður skipaður upp og síðani verður viðgjørdur til lidna vøru uppi á landi.
Í mun til Norðborg, sum er seinasti nýbygningurin av skipi, sum roynir eftir pelagiskum fiski, so hevur Norðborg fabrikk umborð, sum viðgerð fiskin, soleiðis at lidna vøran kann nýtast beinleiðis av keyparunum.

KASSSIIII (Myndin eitur 1 og kvett endiliga av henni...)

50 føroyingar til dópsveitslu
Silvurið er pussað og skógvarnir bustaðir. Í gjár fóru eini 40 fólk úr Føroyum til Skagen, har tey skulu vera til staðar til dópin hjá Tróndi í Gøtu.
Talan er um leiðsluna í Varðanum, starvsfólkini á varðanum, umboð fyri Eystur kommunu, fjølmiðlar og umboð fyri peningastovn og tryggingarfelag.
Afturat hesum luttaka eisini tey, sum seinastu tíðina hava verið í Skagen og fylgt arbeiðinum, umframt teir føroysku undirveitararnar, sum hava starvast í Skagen seinastu tíðina.


Fakta
Skipaslag: Nótaskip og trolari
Smíðiár: 2010
Longd: 81 metrar
Breidd: 17 metrar
BT: 2900 tons
Byggikostnaður: 230 milliónir krónur
Manning: 12
Maskinorka: 6000 + 1500 KW
Eigari: P/F Hvamm