Tað er Tróndur í Gøtu saman við sínum monnum, ið er avmyndaður á vegginum. Myndin er av Gøtuvík, og vísir, tá ið teir eru komnir aftur av bardagaferð.
Tað er nógvir smálutir í myndini, og ein kann nýta drúgva tíð og síggja ymiskt nýtt í myndini.
Í klettinum á myndini er skrivað við rúnarskrift: ”Í Føroyum skulu føroyingar ráða”.
Húsið lat upp í Dávavirkinum fríggjakvøldið, og tað var borgarstjórin, Jógvan Skorheim, ið avdúkaði veggin.
– Tað var fult av ungum fólki í Dávavirkinum um vikuskiftið. Ein bussur við ungdómum úr Margarinfabrikkini í Havn kom eisini norður, sigur Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum.
Framyvir fer alt virksemið hjá teimum ungu at vera í Dávavirkinum.
– Vit flyta fyri at fáa betri umstøður. Millum annað eru betri møguleikar fyri tónleiki og øðrum virksemi í Dávavirkinum, sigur Beinta Á. Gregersen.
Tónlistaskúlan og Dávavirkið fara eisini at samstarva meira í framtíðini.
Virksemið fyri børnini heldur fram í Húsinum, sum er á loftium í Atlantis.