Tróndur í Gøtu næstan seldur

Russar og kinesarar hava hug at keypa nóta- og trolskipið Trónd í Gøtu Í dag fer Tróndur í Gøtu í dokk á Skála, so keypararnir kunnu hyggja nærri at skipinum, skrivar Dimmalætting.

Jákup Jacobsen, reiðari, sigur við blaðið, at teir vóna at fáa ein sølusáttmála upp á pláss í hesum mánaðinum.

Reiðaríið í Gøtu fær nýtt skip um ársskiftið, og tað kemur í flotan fyri Trónd í Gøtu. Skrokkurin til tað nýggja skipið er bygdur í Póllandi, og skipið verður gjørt liðugt í Danmark.

Tróndur í Gøtu er bygdur í Noregi í 1986.