Seinnapartin í morgin kemur Tróndur í Gøtu til Føroya. Ætlanin er, at skipið skal leggja at í Runavík til eina móttøku klokkan 17 í morgin.
Skipið hevur nú verið leingi ávegis, tí fleiri ferðir er fráferðin úr Skagen, har skipið er bygt, útsett. Seinasta orsøkin til útsetingina var, at skipið bakkaði inn í grótkastið í Skagen, og fekk stóran skaða á skrúvuna.
Men nú er endiliga líkt til at nýggjasta farið í føroyska skipaflotanum verður í Føroyum seinnapartin í morgin.