Tróndur í Gøtu fyri triðju ferð

Tað er einki landingarrok í Fuglafirði, men alt ger mun. Tað ásanna tey á Havsbrún, nú virkið fær nakað av svartkjafti úr føroyskum sjógvi. Í dag landar Tróndur í Gøtu í Fuglafirði. Teir hava millum 800 og 1000 tons av svartkjafti, sum teir hava fingið sunnarliga í føroyskum sjógvi.

Um midnáttarleitið kemur Atlantsfarið eisini á Fuglafjørð við umleið 300 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fingi á somu leið sum Tróndur í Gøtu.

Hetta er triði túrurin hjá Tróndi í Gøtu, síðan nýbygningurin kom til landið og fór í vinnu.

Teir hava lagt allar tríggjar lastirnar upp til Havsbrún, og hetta kemur væl við hjá virkinum í Fuglafirði, sum í seinastuni eisini hevur fingið nakað av svartkjafti frá íslendska skipinum, Vilhjálmi Tórsteinssyni.